3. mars 2006
Í dag byrjar tað!
Nú eru bert fáir tímar eftir til 6. Ung í Føroyum-stevnan fer av bakkastokki. Í skrivandi stund verða seinastu hendurnar lagdar á umfatandi fyrireikingarnar og tey seinastu ungu eru farin undir pallroyndirnar til í kvøld.
Øll bíðja vit í spenningi eftir kl. hálvgun seks, tá mentamálaráðharrin setir stevnuna og alt fer í gongd.
1. mars 2006
Soljóðandi tíðindaskriv er í dag sent fjølmiðlunum:
“Takk at eg slapp við”, “Ung í Føroyum rular”, “Góðu, veljið meg”... eru nakrar av viðmerkingunum, sum tey ungu hava skrivað á tekningarskjølini, nú fimm ár eru liðin, síðani tiltakið Ung í Føroyum varð sett á stovn.
Komandi vikuskifti verður Ung í Føroyum 2006 í Norðurlandahúsinum. Hetta vikuskiftið fara 70 ung í aldrinum 13 til og við 18 ár at arbeiða í 7 ymsum listaverksmiðjum. Endabresturin verður sunnudagin kl. 17:00 í Norðurlandahúsinum, tá ein almenn sýning verður á pallinum og stór listaframsýning verður at síggja.
Hvat innihaldið í hesi sýningin verður, er enn púra ókent, tað verður skapt á sjálvari stevnuni. Stevnumiðið hjá Ungum í Føroyum er at lofta teimum tankum og hugskotum, okkara ungu listafólk brenna fyri, geva teimum best hugsandi umstøður og bestu vaknsu listafólkini sum vegleiðarar, og síðan lata dyrnar á stórsta mentanarstovninum í landinum upp fyri teimum. Ferð eftir ferð hevur úrslitið víst seg at vera av stórari listarligari dygd, og at hetta er eitt innihaldsyvirlit yvir, hvat ung sjálvi hava hug at vísa og ikki minst, hvussu væl tey duga, tá umstøðurnar eru tær bestu.
Listarliga vegleiðararnar hesuferð eru Mikkjal Helmsdal, sjónleikur, Heri Joensen og Kári Sverrison, tónleikur, Rannvá Káradóttir og Kristina Sørensen Ougaard, dansur, Svanhild Strøm, sniðgeving, Sigga Vang og Gudmund Nielsen, filmslist og Ingi Joensen, foto.
Samskipari av sunnudagssýningini er Ria Tórgarð. Í felag hava ungu luttakarar, verksmiðjuleiðarar og Ria valgt orðið ella hugtakið spegil sum tema fyri sýningini. Hendan er ætlað vinfólkum og teimum, sum kanska hava umhugsað at vera við einaferð, men eisini skal hon vísa mentanarmynduleikum, lærarum í listagreinum og politikarum, at ung duga, bara tey fáa umstøðurnar og at tað loysir seg at gera íløgur í ungari mentan.
Mentamálaráharrin er eins og á undanfarnum Ung í Føroyum stevnum, verndari hjá tiltakinum. Norðurlandahúsið skipar fyri í samstarvið við Mentamálaráðið og kommunurnar í Fuglafirði, Runavík, Klaksvík, Leirvík og Vágum. Føroya Banki er høvuðsstuðul.
Atgongumerki eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í kunningarstovunum í Runavík og í Havn.
Ein ungur tíðindabólkur er eisini á stevnuni, og alt vikuskiftið verða tíðindi og myndir lagdar út á heimasíðuna hjá Ungum í Føroyum.
21. februar 2006
Fundurin sunnudagin
Sunnudagin 19. februar var fyrireikandi fundur hildin í Norðurlandahúsinum.
Við vóru allir luttakarar í Ung í Føroyum 2006 eins og flestu verksmiðjuleiðarar.
Bólkarnar komu við leiðorðum um, hvat evnið fyri Ungum í Føroyum 2006 kundi vera. Út frá hesum uppskotunum hava Ria Tórgarð, listarliga samskiparin, og verksmiðjuleiðararnir samst um, at evnið har alt annað, sum nevnt varð, kann rúmast er
spegil
Síðani tosaði bólkarnir saman hvør sær, um hvørjar ætlanir tær høvdu fyri stevnuna.
Har sum verksmiðjuleiðararnir ikki kundu vera við, vóru tey umboðað av einum ”stórasystkni” ella leiðara, so at øll kortini fingu tosað saman. Teldupostadressur vóru savnaðar, og verksmiðjuleiðarar og bólkar kunnu sostatt skriva saman um spurningar ella uppskot skuldu stungið seg upp.
Næstan 60 listaverk vóru latin inn til myndlistaframsýningina.
Dagsskránna fyri Ungum í Føroyum 2006 kanst tú lesa HER.
Ein pallroyndarskrá var skipað fyri framførslurnar fríggjadagin. Tú kanst kanna skránna við at trysta HER.
Ein ungur tíðindabólkur er eisini á stevnuni, og alt vikuskiftið verða tíðindi og myndir lagdar út á heimasíðuna hjá Ungum í Føroyum, www.ungiforoyum.info.
1. februar 2006
Brøvini send út
Nú eru brøv send út til øll tey 70 ungu, sum sleppa við á stevnuna hesa ferð. Tann 19. februar fara tey á felagsfundi at verða kunnaði meira um stevnuna og hitta hvønn annan og verksmiðjuleiðarar teirra fyri fyrstu ferð.
Her ber til at síggja, hvør er sloppin á hvørja verksmiðju.
24. januar 2006
Soljóðandi tíðindaskriv er í dag sent fjølmiðlunum:
Ung í Føroyum fullteknað
20 januar var freistin úti at tekna seg til Ung í Føroyum 2006 í Norðurlandahúsinum. Fyriskipararnar kunnu siga frá, at stevnan er fullteknað.
Hesaferð sleppa heili 70 ung framat, fyri at hátíðarhalda at Ung í Føroyum nú hevur verið til í fimm ár. Tey hepnu fáa bræv innan tvær vikur við boðum um, hvørja av teimum sjey verksmiðjum tey sleppa til, tá stevnan fer av bakkastokka 3. 5. mars. Allir verksmiðjur eru undir leiðslu av yrkislistafólkum, og spenna frá sniðgevig til filmsgerð og ymsar palllistagreinar.
Teir ungu luttakararnir fáa høvi til at vísa fram egin verk á palli ella í framsýning, taka lut í lívligum verksmiðjum og arbeiða fram móti einum felags úrsliti, sum verður víst fram fyri almeninginum í Norðurlandahúsinum 5. mars 2006. Kunning er at finna á www.ungiforoyum.info og á www.nlh.fo.
Áhugavert og gleðandi er, at tilmeldingarnar hesuferð eru javnari býttar um alt landið enn nakrantíð fyrr, og meina fyriskipararnar, at hetta helst er úrslitið av at bæði Fuglafjarðar kommuna saman við øðrum kommunum eystanfyri í landinum og kommunarnar í Vágum, hava skipað fyri smærri Ung í Føroyum-stevnum undanfarna árið.
Mentamálaráðið og Føroya Banki stuðla Ungum í Føroyum.
4. januar 2006
Soljóðandi tíðindaskriv er sent fjølmiðlunum:
Ung í Føroyum á 5. ári!
3. til 5. mars verður ungdómsmentanarstevnan Ung í Føroyum 2006 aftur í Norðurlandahúsinum. Freistin at tekna seg er 20. januar.
Tað er ikki á hvørjum degi, at stór mentanartiltøk kunnu halda 5 ára hald her í landinum. Men nú kann tað størsta afturvendandi mentanartiltakið fyri ung fegnast um at hátíðarhalda hetta.
Frá fríggjadagnum 3. mars til sunnukvøldið 5. mars fara listarliga virkin ung í aldrinum 13 til og við 18 ár úr øllum landinum at hittast í Norðurlandahúsinum. Tey fara at sýna fram egin verk, arbeiða í listaverksmiðjum og saman framleiða eina sýning til almeningin.
Endamálið
Høvuðsendamálið hjá Ungum í Føroyum hevur frá 1. degi verið at at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á ungdómsmentanina í Føroyum og har umstøður eru til tey ungu at sýna fram og menna tað listarliga virksemi, tey sjálvi eru áhugaði í. Tí vísa tey á stevnuni bæði egin verk, sum tey sjálvi hava framleitt undan stevnuni og tey framleiða eina sýning, har almenningurin fær høvið at síggja, hvat ungdómsmentan er, tá tey ungu sjálvi seta dagsskránna.
5 ára hald
Í samband við, at tað nú eru fimm ár síðani at Ung í Føroyum fór av bakkastokki í februar 2001 fara 70 útvald hesa ferð at sleppa við á stevnuna; vanliga sleppa bara 60 við. Tey fara at arbeiða í sjey ymsum listaverksmiðjum undir leiðslu av føroyskum yrkislistarfólkum. Verksmiðjurnar hesaferð verða: Tónleikur v/ Kára Sverrasyni og Hera Joensen, Sjónleikur v/ Mikkjali Helmsdal, Skriving v/ Marjun Kjælnes, Design v/ Svanhild Strøm , Foto v/ Inga Joensen, Dansur v/ Kristinu Sørensen og Rannvá Káradóttur og Filmslist v/ Siggu Vang og Gudmundi Nielsen.
Tiltakið víðkað
Síðsta ár varð tiltakið víðka frá at vera ein stevna, ið bert er annaðhvørt ár í Norðurlandahúsinum, til at vera eitt tiltak sum røkkur víðari um landið og er á hvørjum ári. Í februar 2005 var fyrsta sokallaða millumstevnan í Fuglafirði, kallað Ung í Føroyum Eystur 2005 og í september var onnur stevnan í Sørvági, Ung í Føroyum Vestur 2005.
Hesar báðar stevnurnar vóru nakað styttri enn tær í Norðurlandahúsinum, men ikki minni væleydnaðar. Støðið á tí, sum luttakararnir høvdu framleitt frammanundan at sýna fyri hvørjum øðrum, var høgt og tað, ið framleitt var á verksmiðjunum, gjørdi øll, bæði áskoðarar og fyriskiparar bilsnar av síni dygd og nøgd.
Fyriskiparar
Fyriskiparar av hesum millumstevnum vóru kommunurnar í teimum báðum økjunum, nevniliga í eystri: Fuglafjarðar Kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna og Leirvíkar kommuna og í vestri: Sørvágs kommuna, Miðvágs kommuna og Sandavágs kommuna, báðar ferðir í samstarvi við Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið.
Fyriskipari fyri stevnuna í ár er í Norðurlandahúsið í samstarvið við Mentamálaráðið og tær áðurnevndu kommunurnar. Høvuðsstuðul er Føroya Banki.
Framyvir er ætlanin, at makað ár skal stevnan verða í Norðurlandahúsinum og støk ár skulu tríggjar styttri millumstevnur verða úti um landið.
Samskiparar fyri verkætlanini eru Hedvig Westerlund-Kapnas, Rakel Helmsdal og Kristianna Poulsen.
Fá meira at vita:
Heimasíðan hjá Ungum í Føroyum www.ungiforoyum.info, sum nú hevur eitt ár á bakið, hevur rúgvusmikið tilfar um komandi stevnuna og annars tiltakið sum heild. Her ber til at lesa tíðindi, fyrilestur, alt um stevnurnar seinasta ári og síggja nógvar myndir frá nærum øllum stevnunum. Heimasíðan verður alsamt dagførd.
Her ber nú til at fáa nærri upplýsingar um verksmiðjurnar og verksmiðjuleiðararnar og eisini at taka niður tekningarskjalið, ið skal verða inni 20. januar.
|