Endamálini við stevnunum hava altíð verið býtt upp í trý:
-
At skapa ein "pall" fyri føroyskari ungdómsmentan. T.v.s. at her skal bera til hjá øllum áhugaðum at síggja, hvat føroysk ung hava áhuga í á mentanarøkinum, tá tey sjálvi avgerða hvat ungdómsmentan er. Hetta verður gjørt við almennari felagssýning og opnum húsið.
-
At geva ungum innlit í, hvussu tað er at arbeiða listarliga av álvara. Hetta verður gjørt við at geva teimum ungu møguleikan at arbeiða á listaverksmiðjum og fáa leiðbeinan av yrkislistafólkum.
-
At geva ungum í øllum landinum, sum eru listarliga áhugaði, møguleika at hittast og soleiðis nøra um mentanararbeiði, -samstarv og áhuga.
Stevnurnar eru fyri øll ung í aldursbólkinum 13 til og við 18 ár, sum eru listarliga virkin.
Tey skulu sjálvi tekna seg til stevnuna, sum verður kunngjørd í fjølmiðlunum og gjøgnum skúlaskipanina.