Kristianna Poulsen, hjálparfólk og projektleiðari

Hon var hjálparfólk í 2004 og 2005 og projektleiðari í 2006.

Rakel Helmsdal, projektleiðari og vev- og tíðindastjóri

Saman við Hedvig Westerlund fekk hon í 2000 loyvi frá Norðurlandahúsinum at seta Ung í Føroyum á stovn. Hon hevur verið projektleiðari og vevstjóri inn til 2006. Í 2007 var hon bara vevstjóri, men síðan 2008 aftur projektleiðari.

Hedvig Westerlund-Kapnas, projektleiðari

Saman við Rakel Helmsdal fekk hon í 2000 loyvi frá Norðurlandahúsinum at seta Ung í Føroyum á stovn. Hon var við at seta stevnuna á stovn í 2001. Hon hevur verið fastur projektleiðari øll árini.

John Schwartz Jacobsen, stórasystkin og ungur leiðari

Han var fyrst luttakari, síðani stórasystkin í 2006 og 2007 og í 2008 projektleiðari.

Birna Heinesen, stórasystkin og projektleiðari

Hon var fyrst luttakari, síðani stórasystkin í 2005 og 2006 og í 2007 projektleiðari.

Hesi hava skipað stevnuna

Katrina í Geil, projektleiðari

Hon var projektleiðari í 2007.

Pauli Reinert, Hallur Helmsdal, Kristina Heinesen, Durita Alberg, Sára Zakariasdóttir, Rósa Heinesen, Elin Maria Joensen, Tóra Zakariassen, Andrias Høgenni, Maria Magnussen hava øll fyrst verið luttakarar og síðani stórasystkin til nakrar stevnur.

Karl Anton Klein og Borghild Dam Jacobsen, náttarvaktarleiðarar øll árini UíF hevur verið í Norðurlandahúsinum.