Vegleiðing til tekningarskjalið

Um tú hevur trupulleikar at fylla út tekningarskjalið, so eru nakrar vegleiðingar her:
  1. Tað er ikki krav, at tú skalt sýna fram fyri at vera við. T.v.s. at tær ikki nýtist at seta kross við "Eg ætli mær at sýna fram". Men um tú hevur nakað at sýna fram fríggjakvøldið hevur tú tveir fyrimunir. 1. at tú kanska sleppur fram í køina, um sera nógv tekna seg. 2. at tú ert cool :) og øll hini vita tað.
Pallframførslur:
  1. Tað er ikki neyðugt at hava ein bólk, tú kanst væl framføra einsamallur/einsamøll.
  2. Tað er heldur ikki neyðugt at hava eitt navn á bókinum (um tit eru ein bólkur), men tað er betur.
  3. skalt geva innslagnum hjá tær eitt heiti
  4. skalt áseta longdina á innslagnum (hvussu langa tíð tað tekur)
  5. skalt áseta neyðuga tøkni. vit noyðast at vita, hvat tær nýtist av tingum/tøkni til framførsluna hjá tær
  6. Tað er ikki krav at nevna øll sum eru í bólki tínum, men tað er best! Tú kanst leggja fleiri bókaluttakarar afturat, tú skalt bara trýsta á tað lítla plussi við síðina av tí fyrsta luttakarinum.

    Listaframsýning:
    1. Vilt tú vera við á framsýningini, so skalt tú nevna í minsta lagið eitt heiti á verkum tínum.
    Filmur:

    1. skalt áseta heiti á innslagnum
    2. skalt áseta tíð
    3. skalt áseta neyðuga tøkni

    Er enn okkurt tú ivast í, so set teg endiliga í samband við okkum. Vit svara so skjótt sum yvirhøvur møguligt.

    Tá tú hevur sent skjalið, sært tú eina váttan á skerminum. Nú er tekningin komin fram á røttu adressuna.