Leiðari av Skriviverksmiðju
á UíF 2012

Petur Pólsson

Eg eri 39 ára gamal (fylli 18. január). eg havi skrivað síðani eg sum 8 ára gamal fekk eina skrivimaskinu frá ommu míni. Tá eg kom heim, læsti eg meg ofta inni og skrivaði. Alt. Søgur, yrkingar, sangir, hugleiðingar. Onki hevði sum so nakað endamál. beinanveg. Men seinni. Eg kendi tað - og kenni tað enn - sum at skriva gevur mær fullkomið frælsi, ella so nær fullkomnum frælsi, sum eg kann sleppa at smakka tað. har eru ongar avmarkingar. Ongin happar, trýstir, glepsar harraboð, onki mjarr, ongin júkar. Tú hevur í veruleikanum frælsi at gera og siga og hugsa og kenna og skriva alt, sum fellur tær í huga. eg trúgvi uppá, at heimurin bert hevur tey mørk, sum tú sjálv/ur skapar. Í okkara hugaheimi snýr tað seg um at finna sannleikan í tí, sum tú hevur uppá hjarta. og - vónandi - fáa tað niður á blað. ella onkra aðrastaðni.

Eg havi givið út 5 yrkingarsøvn. vann bókmentavirðisløn í 1997. Eg havi spælt tónleik síðani 1992, mest við bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. havi eisini givið tvær fløgur út undir egnum navni. Koma (2005), Tokyó (2009) og Transit (2011).