![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Sirkusverksmiðja Fyri at geva tykkum eina mynd av tí, vit fara at gera :
Tak varliga ein einfaldan og einslittan lut. Hygg væl at honum, snodda til hann, nem við hann, flyt hann runt á ymsar hættir til hann at enda tosar við teg. Um hann onki sigur, miss ikki mótið. Hugsa ikki so nógv og byrja umaftur við opnum eygum og oyrum.
Lat lutin javnviga á høvdinum á tær, so tú betur fært lurtað eftir honum.
Um hann framvegis onki sigur: Gevst at fara so væl við honum. Kitla hann, rist hann, blaka hann upp í loft ella lat hann rulla ella glíða eftir gólvinum, ger alt møguligt klikkað við hann, alt sum fellur tær inn.
Hevur hann enn onki sagt, so vita, hvat tú kanst siga, við øllum tí, sum tú longu hevur gjørt.
![]() |