![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Tónleikaverksmiðja Í tónleikaverksmiðjuni fara vit at leggja serligan dent á sangskriving. Hevur tú ongantíð áður skrivað ein sang, men ynskir at royna tað, so er hetta rætta høpið. Hevur tú longu skrivað løg og ynskir at menna teg, so er hetta eisini rætta staðið at fáa íblástur og vegleiðing innan sangskriving. Umframt at skriva sangir verður eisini arbeitt við samanspæli og at geva tykkara sangum eitt sound og ein tónlistarligan samanhang, so tit sum tónleikarar og sangskrivarar kunnu framføra tykkara nýggju verk fyri lurtandi fjøld. Tað verður við fullum drøni. Tað verður spennandi. Og tað verður stuttligt! ![]() |