![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Vís hvat tú gert! Vís hvør tú ert! Á Ungum í Føroyum eru bæði pallframførslur og listaframsýning við verkum, sum luttakararnir sjálvi hava fyrireika/gjørt undan stevnuni. 1. kvøldið á stevnuni fáa tit pallin í Norðurlandahúsinum og professionella tøkni til pallframførslur og tit fáa pláss í Norðurlandahúsinum at heingja/seta upp listaverk. Hetta er ein innanhýsis sýning. Tú skalt gera hetta fyri at vísa hinum ungu á stevnuni, hvat tú fæst við, so koma tit skjótari at kennast og stuttligari verður stevnan. Tað er onki krav, at tú skalt vísa nakað, men tað er meira spennandi, og tey, sum hava eitthvørt við fáa fyrimun um fleiri tekna seg, enn pláss er fyri. Her ber til at sýna fram alt slag av list, bert hugflogið setur markið!! Hygg at nøkrum av myndasøvnunum frá hinum stevnunum, so sært tú, at alt ber til! ![]() ![]() |