![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Samskipari av felagssýning á UíF 2008 Bernharður Wilkinson Bernharður Wilkinson sang sum smádrongur í Westminster Abbey í London. Eftir at hann við liðugur á tónleikaskúla spældi hann í nógv ár í íslendska symfoniorkestrinum sum fyrsti fløytuleikari. Hann hevur ferðast kring knøttin við Reykjavíkar Wind Quintet og hevur m.a. spælt í Operahúsinum í Sydney, Carnegie Hall og Wigmore Hall. Kvintettin hevur eisini spælt live í BBC og givið fleiri fløgur út, sum hava fingið altjóða viðurkenning. Bernharður hevur seinasti 15 árini leitt orkestur, kamarorkestur, emsembles og kór. Hansara seinasta innspæling við íslendska symfoni-orkestrinum fekk Miden Festivals virðislønina fyri besta nútímans tónleik. Bernharður dirigerar øll sløg av tónleiki, heilt frá barok til ta meira modernaða og klassiskan rock. ![]() ![]() |