![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Leiðari av tónleikaverksmiðju á UíF Eystur og Suður 2007 Dánjal á Neystabø Hevur drúgvar royndir innan tónleik bæði sum einstaklingur og í bólkum og hevur virkað innan fleiri tónleikastílar t.d. pop/rock, jazz, fólkatónleik og worldmusic. Í løtuni arbeiðir Dánjal við sínum egna tónleiki í Danmark, har hann skrivar løg og tekst og syngur og spælir tangentar. Dánjal hevur tikið eina útbúgving í Malmø Accademi of Music við heitinum “Master of Education in Music” har hann hevur havt jazz-klaver sum høvuðsljóðførið. Hann hevur eisini gingið á Groningen Conservatorie of Music eitt tíðarskeið og verið í Vestur Afrika (Gambia) har hann hevur nomið sær royndir innan slagverk. Dánjal hevur undirvíst á so at siga øllum stigum frá barnagarði og heilt upp á miðnámsskúlastig. Dánjal hevur fingist nógv við tónleik/sjónleik bæði sum leikari, tónleikari og komponistur. Í hesum samanhangi hevur hann arbeitt nógv við barnatiltøkum. Hann hevur seinastu fýra árini spælt og skrivað Ævintýraferðina saman við Búa Dam, har teir hava ferðast kring landið við leikum fyltum við tónleiki og søgum, sum teir hava framført fyri og við børnum. Við sínum nógvu royndum innan tónleikafrálæru er tað møguligt hjá honum at røkka víða um og samamknýta ymisk støði og stílar soleiðis, at úrslitið verður so gott og fjølbroytt sum gjørligt. Í síni undirvísing leggur hann sera stóran dent á, at hvør einstakur næmingur hvørja ferð lærir seg okkurt nýtt, og møtir avbjóðingum sum eru røttum støði og av áhuga fyri næmingin. Fyri at kunna taka støði í hvørjum einstakum næmingi, verður leisturin lagdur í samstarvi við næmingin. ![]() ![]() |