Leiðari av Filmslistverksmiðju á UíF 2006

Gudmund Helmsdal Nielsen

Eg eri 33 ár og havi síðan heystið 2002 lisið filmsfrøði í Keypmannahavn. Havi m.a. spælt urgu í Mold; verið filmsummælari, studiovertur og tøkningur í SvF, lisið kinesiskt og búð í Beijing í hálvt ár. Eisini ummæli eg filmar í Dimmu. Í samband við lesnaðin havi eg roynt tað mesta innan filmsfakið: leikstjórnað, skriva handrit, tikið upp og klipt stuttfilmar (t.d. ein ófatiliga óhugnaligan spøkilsisfilm og ein annan um ein mann sum knappliga fær vatnmelónir í staðin fyri hendur), dokumentarfilmar (m.a. ein um børn á eini flóttafólkalegu, ein annan um 200 og ein triðja um ein mann sum ruddar hús hjá deyðum fólkum). Harumframt eisini tónleikavideoir og reklamur. Eg elski alt við filmsskapan, men kanska serliga í klippingini, kann eg sita í ævir og pynta, pussa og kela fyri smálutum. Tá eg verið stórur vil eg gjarna vera Peter Jackson...