Leiðari av Sjónleikaverksmiðju á UíF 2008

Gunnvá  Zachariasen

Eg havi tikið mína sjónleikara útbúgving á Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Tað er longu 7½ ár síðani. Tíðin flýgur.
Síðani havi eg spælt sjónleik bæði í Danmark og í Føroyum og eisini við einum bólki í USA, 2 summur á rað.
Eg havi spælt fyri bæði børnum, ungdómi og eisini vaksnum. Og eg havi eisini havt skeið fyri ungum sjónleikarum bæði her á landi og uttanlanda. Og TAР er altíð stuttligt!