![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Leiðari av tónleikaverksmiðju Heri Joensen Eg byrjaði at spæla gittara tá eg var 14 ára gamalur. Eg hevði mín fyrsta bólk tá eg var 17, og síðan tá havi eg spælt í bólki. Í løtuni eri eg mest kendur sum sangari og gittarleikari í bólkinum Týr. Vit hava givið tvær fløgur út og arbeiða í løtuni upp á tað triðju. Eg havi ferðast víða um við Týr síðan 2001. Vit hava spælt í Íslandi, Norra, Danmark, Finnlandi, Russlandi, Lettlandi, Póllandi og Týsklandi. Eg eri útbúgvin á Det Alternative Rytmiske Konservatorium í Keypmannahavn, lokin í Januar 2003. Síðan tá havi eg undirvíst í gittara fyri Musikkskúlan og ymsar kvøldskúlar kring alt landið. ![]() ![]() |