Leiðari av Teldulistverksmiðju a UíF 2004 og Fotoverksmiðju á UíF 2006

Ingi Joensen

F. 1953. Eg eri útbúgvin á Danmarks Designskole í 1977, havi síðani 1980 haft egna fyritøku, Grafik Studio, sum fæst við at gera grafiskt design, foto og video, - mest sjónvarpslýsingar og prentlutir. Fáist eisini við "fotolist" og havi haft framsýningar í Føroyum, Danmark, Íslandi, Grønlandi, Fraklandi og Italia. Í 1992 kom út fotobókin Reflektiion, í 2002 stuttfilmur um tónleikabólkin Taxi og í 2005 barnabókin Trølli hja Pápaleysa, sum eg og Grafik Studio fingu heiðursløn fyri.