Leiðari av tónleikur- og ljóðtøkniverksmiðju
á UíF Eystur 2005 og tónleikaverksmiðjum á UíF 2006 og 2008

Kári Sverrisson

f. 1971, sangari, gittarspælari og sangskrivari í bólkinum Enekk, ið gav 4 fløgur út (1993-2004). Hevur harumframt givið eina solofløgu út (Við heimsins dyr), eina saman við Valeri Dimchev úr Bulgaria (A taka), eina við bólkinum Yggdrasil (Risastova) og eina við Orca (Livandi oyða), ið kom út stutt fyri jól.

Sum einstaklingur og saman við bólkum hevur Kári verið á konsertferðum í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Danmark, Álandi, Týsklandi, Eysturríki, Hollandi, Sveis, Litava, Letlandi, Estlandi, Skotlandi, Bulgaria og USA. Undirvíst í gittarspæli á kvøldskúla, gjørt útvarpssendingar, serliga við heimstónleiki (world music), og lagt tríggjar fløgur til rættis við traditionellum føroyskum tónleiki.