Kristina er fødd í Havn í 1967.
Sjónleikaralív hennara byrjaði sum áhugasjónleikari í Sjónleikarhúsinum.
Í 1993 var hon útbúgvin sjónleikari við Leiklistarskóla Íslands, og síðani hevur hon arbeitt í Grímu.
Kristina spældi við í íslendska filminum "Dansinn", ið byggir á stuttsøgu eftir William Heinesen.
Kristina undirvísir eisini í sjónleikabreyt.