![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Leiðari av skriviverksmiðju á UíF 2006
Marjun Syderbø Kjelnæs
Eg havi síðani 2000 roynt meg sum rithøvund, tó at eg “altíð” havi skrivað. Broytingin var, at eg í 2000 avgjørdi at senda eina søgu inn til eina kapping og vann! Í trý ár á rað vann eg kappingar, tvær ferðir fyri stuttsøgur og eina ferð fyri útvarpsleikrit. Og so kom eitt søgusavn og so ein jólakalendari. Enn havi eg ikki verið á einum veruligum rithøvundaskúla, tó at hópin av tílíkum finnast. Kanska er tann einasti veruligi rithøvundaskúlin, tann ið tú gongur á alt lívið, soleiðis at skilja, at tú lærir mest, við áhaldandi at eygleiða og skriva? Kanska er best at finna sær eitt pláss í lívinum við ordiliga góðum útsýni og so annars læra av royndunum? Eg havi tó ikki reiðiliga tikið støðu til hesar spurningar enn. Hvat heldur tú, kann man læra skaldskap? ![]() ![]() |