Leiðari av sjónleikaverksmiðju á UíF 2006

Mikkjal Helmsdal Eg eri 41 ára gamal og eri útbúgvin leiklistarfrøðingur, men havi harumframt eisini arbeitt sum sjónleikari og leiklistarlærari síðani miðskeiðis í 80’unum.  Havi spælt í uppsetingum hjá Grímu og Norðurlandahúsinum.  Millum leiklutir mínar hava verið: garvillur Manchester United viðhaldsmaður í fótbóltsdramanum “Ver tú hjá mær” í 1988, yrkjarin Sirius í Glataðu Spælimonnunum í 1993 og ótrúgvur húsbóndi í Dario Fo skemtileikinum “Víðopið hjúnarlag” í 1996.   Eg havi undirvíst fleiri vetrarskeið á kvøldskúlanum og undirvíst í drama og leiklist á Læraraskúlanum og á Studentaskúlanum í Hoydølum, har eg eisini undirvísi í løtuni.