Felagssýningin í Norðurlandahúsinum

Samskipari:

Eg eiti Jóhanna Maria Tórgarð, vanliga nevnd Ria, og eg skal vera tað tey rópa samskipari fyri felagssýningi á Ung í Føroyum stevnuni. Hvat ein samskipari ger, finna vit helst útav, tá vit hittast á stevnuni, men tað er í hvussu so er ikki at vera skipari á Sam. Annars eri eg fødd í 1960, tók Sjónleikara/Leikstjóra útbúgving á Voionmaan Opisto í Finlandi í 1988, og havi síðani tá arbeitt burturav við sjónleiki og øllum tí, sum har til hoyrir.  T.v.s. spælt sjónleik, leikstjórnað, skrivað, týtt, hjálpt til við pall og búna tilevning, stýrt ljósi og ljóði, undirvíst, lagt røddir til teknifilmar, gjørt útvarps og sjónvarpssendingar ... o.s.fr., o.s.fr.  Ì løtuni eri eg knýtt at Tjóðpalli Føroya, og áðrenn Tjóðpallurin var settur á stovn, var eg limur í Grímu.