![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Leiðari á tónleikaverksmiðju Sámal Ravnsfjall Sámal Ravnsfjall f. 1954, hevur sungið, spælt gittar og munnharpu gjøgnum gott og væl tríati ár. Árini 83-86 spældi hann gøtutónleik í Suðurevropa, mest í Italia. Hann hevur havt eina akkustiska duo saman við Ronny Nielsen tey seinastu 15 árini. Fyri uml. 5 árum síðan kom Kolbein Simonsen við sum bassleikari. Í 2002 gav hann, saman við Jóan Jakku Guttesen, út fløguna “Vágaverk”. Annars hevur hann spælt við fleiri bólkum m.a. “Knarvar” sum hann spælædi við í fleiri ár. Harafturat er hann at hoyra á fleiri fløguútgávum sum munnharpuleikari og sangari. Stílurin er fólkatónleikur, blandaður við blús og kontri. ![]() |