Leiðari av designverksmiðju í 2004 og 2006

Svanhild Strøm

Eg eiti Svanhild, eri 26 ár og útbúgvin klædna-sniðgevið. Tey seinastu árini havi eg arbeitt sum designari fyri ymsar fyritøkur i Íslandi, Danmark og Føroyum. Havi td. arbeitt fyri "Blend of America" har eg designaði t-shirts og accesories. Seinastu 3 árini havi eg eisini verið persónligi designarin hjá Eivør Pálsdottir og geri allar pallbúnar hennara. Í summar luttók eg í Iceland Fashion Week við mini egni kollektión og eri júst afturkomin úr Bolivia i Suðuramerika, har eg havi arbeitt sum designari fyri eina bolivianska fyritøku.