Bóklist-verksmiðja á UíF Vestur 2005

Bóklist – bókalutur 

Á bókaverksmiðjuni fara vit at gera royndir við bókini sum listagrein. Bókagerðin kemur inn á nógv ymisk lið í listarligari skapan, t.d. myndlist, orðlist, sniðgeving og høggmyndalist. Bókin nýtist ikki at hava orð, hon kann rúma tað tú hevur hug til. Í bókini kanst tú framleiða tekstir, myndir, litir, rúmd, stev, tíð, ljóð, kenslur, hugløg, skaldskap, frásøgnir, uppdagingar, samansavningar, brotmyndir, skjalatilfar, eygleiðingar.....

Vi halda okkum til tær bókmentirnar sum síggjast og bókina sum ein lut. Vit kanna bygnaðin og skapið av bókini. Vit greiða frá í orðum og/ella myndum, ið eru savnaði í eini bók, ið er eitt sjálvstøðugt listaverk. Vit eru okkara egnu útgevarar, tilfar okkara er livandi og hetta krevur ikki tað stóra tilfeingi. Bókin varveitir og goymir samstundis sum hon samskiftir. Tú kanst taka hana við tær, hon krevur ongan streym og er samvirkin...

Vit hyggja at myndum og bókum, vit falda nøkur einføld ørk, sum tú kanst nýta at seta hugin á flog, - men annars hevur tú fríar ræsur........