![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Dansiverksmiðja á UíF 2006 Hey tit! Nú er tíð at tekna seg til ung í Føroyum 2006. Her í dansiverksmiðjuni fara vit at improvisera, eksperimentera, dramatisera, imponera, provokera, importera, dirigera, kanalysera....... Øll duga at dansa! Tað einasta sum krevst er hugurin, so um tú ert áhuga/ur, kom við á eina ferð, har vit fara at nýta okkara hugflog og skapa eitt dansiunivers har bara vit sjálvi seta markið og alt kann henda, kanska ein solo, duet, kvintett, klarinett, kabarett, stafett, minuett, piruett …...... ella jam saman við øðrum verksmiðjum. Vit gleða okkum at síggja teg og øll hini :o) Kristina og Rannvá ![]() |