![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Filmslistverksmiðja á UíF 2006 Vit fara at byrja við gera praktiskar venjingar og læra teknisk heiti. Síðani fara vit at brúka hugflogið og menna tey filmshugskotini ið koma fram. Vit fara at skriva filmsleikrit, gera skotlistar og tekna storyboard. Upptøkustøð skullu veljast og leikarar venjast. Vit leggja dentin á at gera vælfyrireikaðar stuttfilmar. Teir kunna vera dokumentar ella fiktión og innan einhvørja genru; tað veri seg cowboy-filmar, spenningsfilmar ella komediur. Filmarnir verða tikinir upp á DV og kliptir á teldu. Tit kunna gera alt... innanfyri ávísar rammur. ![]() |