Filmseffektverksmiðja á UíF 2008

Á skeiðnum fara vit at læra at nýta nøkur tól til videoframleiðslu. Vit fara fyrst og fremst at arbeiða við Adobe Aftereffects og Adobe Photoshop. Vit fara at gjøgnumganga ymiskar teknikkir til at framleiða effect-skot. At enda skal hvør einstakur framleiða eina stutta animatión.

Tað er best, um tú hevur egna teldu við. Hetta kan verða ein berbar ella vanlig telda. Windows Xp, 2000 ella Vista má verða installera á telduni. Best er við so nógv minni sum møguligt (RAM), men allerhelst ikki minni enn 512 MB.

Um tú onga teldu hevur, so mást tú seta teg í samband við okkum.

heilsan Nikolaj