![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Myndlistaverksmiðjan - "Teknisøga, illustratión og figurar" Vit fara at arbeiða við teknisøgu og illustatión, við egnum søgum, ella stjala frá øðrum. Tað verður tykkara val. Vit fara at kanna tilfar, arbeiðshátt, figurar og mynda-timing. Hvussu teknar man eina søgu, so hon er løtt at lesa og skilja ? Velur man stíl, ella velur stílurin teg?? Hví hevur Anders And ongar buksur??? Nøkur av tykkum hava kanska hug at arbeiða saman. Onnur hvør í sær. Nøkur við søgu, onnur við figurum. Og um tit finna uppá okkurt, sum eg ikki havi hugsa um, so ber tað eisini til. Teir trupuleikarnir tit møta í arbeiðinum, fara vit at kanna. Ofta hevur man møtt sama trupuleika fleiri ferðir. Og kanska finnur tú loysnina á hesu verksmiðjuni. heilsan Bárður ![]() |