Tíðindaverksmiðja á UíF 2008

Á stevnuni skal Tíðindaverksmiðjan syrgja fyri, at umheimurin fær alt at vita um tað vit havast at á Ung i Føroyum 2008, í hvussu so er alt, sum er vert at vita.

Tit skulu hvør sær og/ella saman í smærri bólkum ganga runt og njósnast at øllum sum hendir á stevnuni og síðani skriva tíðindastubbar um hetta. Eisini skulu tit gera samrøður við luttakarar og taka áhugaverdar myndir av øllum.

Øll hesi tíðindi verða løgd út á heimasíðuni hjá Ung í Føroyum og úrvalt tilfar fer eisini at verða prenta í Dimmalætting, sum er samstarvsfelagið hjá Ung í Føroyum.

Tit á Tíðindaverksmiðjuni skulu syrjga fyri andlitinum hjá Ungum í føroyum úteftir!

Tit eru tey, sum skulu vísa, hvussu cool ung í Føroyum eru í 2008!

heilsan Rakel