Sjónleikaverksmiðja á UíF 2006

Eftirsum eg eftirhondini havi undirvíst í nógv ár, fái eg verið rættiliga opin fyri tykkara ynskjum.  Eg kann undirvísa bæði í klovnateknikki, komediu, improvisation, intensum drama og realistiskari rolluuppbygging.

Hvussu verksmiðjan fer at forma seg, velst um, hvat luttakararnir hava hug at arbeiða við.  So skjótt luttakaralistin fyriliggu fáa tit eitt bræv frá mær, har eg fari at heita á tykkum um at koma við tykkara hugskotum.  Eitt hugskot kann vera alt frá einum tekstbroti, eini yrking, ein sangur til ein liðugt skrivaðan sjónleik ella sjónleikabrot.  Men tað kann eisini bara vera eitt ynski um at arbeiða við einum ávísum úttrykki ella stíli, t.d. at arbeiða við teatursporti ella við rolluuppbygging.  Út frá tykkara hugskotum leggi eg so mítt arbeiðsupplegg til rættis, soleiðis at vit fáa sum mest av tykkara ynskjum og hugskotum við og soleiðis at verksmiðja kann gerast stuttlig, spennandi og avbjóðandi hjá bæði royndum og óroyndum.