![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Sjónleikaverksmiðja á UíF 2008 Á míni sjónleikaverksmiðju fari eg at royna at fáa tykkum at lufta tykkara veingir, at fáa tykkum at brøla, flenna, kanska gráta, verða still, larma, røra tykkum, tosa, syngja, tiga.... millum annað. Vit fara at arbeiða við improvisasjón, t.e. at finna upp á, meðan mann ger tað. Vit fara at arbeiða ein og ein og í bólki. Og vit fara arbeiða nógv við áliti. Tí er mann ikki tryggur, so torir mann ikki! Tað kenni eg sjálv alt til. So vit fara at kasta okkum útí tað saman. Tit avgera innihaldið. Hvat tað skal verða um. Meðan eg fari at royna at hjálpa tykkum við hvussu. So kunnu áskoðarnir finna út av hví. Tí sjónleikur er onki uttan áskoðarar. Og vit hava 1½ dag at fyrireika okkum, áðrenn tit standa har framman fyri áskoðarunum. So vit fara antin at gera ein leik við eini søgu og leiklutum, ella fara vit at gera brotastykkir, sum vit seta saman í ymsar leikmyndir - sum eitt putlispæl. Tað avgera tit. heilsan Gunnvá ![]() |