![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Skriviverksmiðja á UíF 2006 Í stuttsøgum, skaldsøgum, fyri ikki at tala um í leikritum, er samrøðan ofta tað berandi í tekstinum. Men hvussu fáa vit okkara fiktivu persónar at siga tað, sum vit vilja hava teir at siga? Ella er okkara uppgáva kanska at lurta, hvat teir hava at siga okkum, at lata teir liva teirra egna lív? Áhugavert er at lurta eftir hvussu ein samrøða í veruleikanum háttar seg, og nýta hesar brotpartar av lívi at skapa fiktión. Hetta verður tí tykkara uppgáva, áðrenn vit fara í gongd. Savnið saman samrøður, ið eru: Stuttligar, keðiligar, absurdar, snedigar, kiksaðar, kenslubornar osfr. Roynið í fyrsta umfari at lurta og fella niður á blað tað upprunaliga. Eins og tá ið ein listamaður ger eina skitsu. Aftaná fara vit at spæla okkum við tilfarinum. Og hvør veit, kanska fer júst okkara heild at gerast stórur skaldskapur? ![]() |