Tónleikaverksmiðja
á UíF 2006

Í hesi verksmiðju koma tit at fáast við tann tónleik, ið tykkum dámar. Tit koma við tykkara hugskotum til hvat vit skulu spæla, og tað kann vera alt frá nøkrum akkordum og lagi til eina rútmu og tekst; vit seta eingi mørk fyri tykkara hugflog. Øll leggja sítt besta í, og tann endaliga framførslan er eitt úrslit av tykkara samstarvi við okkara leiðbeining. Øllum dámar sjálvandi ikki tann sama tónleikin, so tað er altíð spennandi at síggja hvat spyrst burtur úr. Um tú hevur eina tónleikaliga hugsjón, um tær dámar væl at spæla upp á títt ljóðføri ella um tú ynskir at læra tað, so er hetta verksmiðjan fyri teg.