Tónleikaverksmiðja
á UíF 2008

Ætlanin við UíF døgunum í Havn er at skriva sangir, sum tit møguliga kunnu framføra á endaligu konsertini.

Um tit longu hava løg ella tekstir liggjandi, eru tit vælkomin at taka hetta tilfar við.

Tað er ikki eitt krav, at tit spæla nakað ljóðføri. Men spæla tit okkurt ljóðføri, takið tað so endiliga við. Spæla tit klaver, so eru fleiri, vit kunnu nýta, í Norðurlandahúsinum. 

heilsan Kári