Tónleikur- og ljóðtøkniverksmiðja
á UíF Eystur 2005

Saman við Kára fara vit at gera løg og sangir og royna okkum við at arrangera, soleiðis at tað ber til at framføra tilfarið. Um onkur hevur gjørt eitt lag ella ein sang, eru tey vælkomin at hava sovorðið tilfar við í skjáttuni, tá ið vit hittast í Fuglafirði. Johannes fer at tosa við okkum um ljóðteknikk, og kanska serliga hvussu tað gongur fyri seg á pallinum, tá ljóðroyndir og konsertir skulu haldast.