![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Tónleikaverksmiðja Skrivar tú løg? Skrivar tú tekstir? Vil tú sleppa at framføra tínar egnu sangir? Vil tú vera hoyrd/ur í útvarpinum og á youtube? So er tónleikaverksmiðjan júst tann rætta fyri teg. Lena Anderssen og Niclas Johannesen fara at vegleiða og hjálpa tær við at finna fram til, hvat júst ger tín sang og tína framførslu til nakað serligt. Á tónleikaverksmiðjuni taka vit útgangsstøði í tínum hugskoti. Hevur tú ongantíð skrivað tekst ella ein melodi áður, so skal tú heldur ikki smæðast, tí Lena og Niclas fara at vísa, at tað at skriva ein sang er fyrst og fremst ein spurningur um at tora. Ofta er tað mest einfalda, tað mest geniala. Grundtankin er, at vit øll hava nakað serligt at bjóða. ![]() |